Prógvhandan á Sjónámi

26. June 2023

Á hátíðarløtu á Sjónámi hósdagin 22.juni fingu 9 skiparar og 6 skipsatstøðarar handað prógv fyri lokna útbúgving. Rani Nolsøe spældi nakrar av sínum frálíku sangum umframt spældi undir til felagssangin saman við fyrrverandi stjóranum Pola Mikkelsen ið hevði harmonikuna við. Óli Hans Olsen, stjóri á Vørn, bar fram eina áhugaverda røðu og Kristian Oskar Henriksen handaði heiðursgávu vegna Skipara & Navigatørfelagið. Til seinast segði Fríði Magnusson Carlsson nøkur orð vegna næmingarnar. Eftir dimissionina var køkur og kaffi, myndatøkur og hugnaligt prát.