Starvslýsing: SKEIÐSLÆRARI TIL SJÓNÁM

27. September 2023

 

Søkt verður eftir einum undirvísara at byrja í 1.november 2023.

 

Starvsinnihald:
• Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.

• Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvari við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni

• Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Førleikar:
Umsøkjarin skal hava

• Lokið prógv sum skipsførari og hava í minsta lagi tvey ára royndir sum einastýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipi ella fiskiskipi

• Aldur og heilsu at taka prógv sum kavari

• Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

• Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði

• Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni.

Fyrimunur er

• um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu

 

Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka námsfrøðiliga útbúgving og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi og Tekniska Skúla í Klaksvík.

 

Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 16.oktober 2023, kl.15.
Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast:

Á teldupostadressu: runih@tsk.fo

ella

Tekniska Skúla í Klaksvík
Postboks 20
FO-700 Klaksvík
stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri