Vitjan á Sjónámi

26. October 2023

Landsstýrismaðurin í Barna og Útbúgvingarmálum, Djóni Nólsøe Joensen, við fylgi, var á gátt á Sjónámi fríggjadagin til rundvísing og kunning um skúlans virksemi. Aftaná, afturvið einum breyðbita, prátaðu vit um menningarmøguleikar Sjónáms. Vit takka Djóna fyri vitjanina og áhugan og vóna at hoyra aftur frá honum í næstum.