A-landsliðið á mentalvenjing
04. januar 2024
A-landsliðið í manshondbólti vóru á ítrottarligari mentalvenjing á Sjónámi í vikuni har teir fingu høvið at royna ymiskar avbjóðingar sum td. neyðsliskuna, leypa útí í myrkri og vindi í drakt av 3m hædd, venda bjargingarflotanum og ikki minst at kappast í hvør kundi svimja skjótast tvørturum hylin og koma sær umborð á bátin. Ein spennandi uppliving sum bæði leikarar og venjaratoymið vóru sera vælnøgdir við.
Vit á Sjónámi ynskja landsliðnum bestu eydnu í EM endaspælinum í Týsklandi!