Dátuverndarkunning
Sjónám ("Sjónám", "vit", "okkum", "okkara") hevur skyldu til at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á upplýsingum, undir hesum persónupplýsingum, vit viðgera um okkara næmingar, veitarar og starvsfólk. Vit taka dátuvernd í størsta álvara og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.
Tá Sjónám viðger persónupplýsingar um umsøkjarar, næmingar, veitarar, skeiðslutakarar ella starvsfólk sum partur av sínum virksemi sum undirvísingarstovnur, har vit avgera endamálið við viðgerðini, er Sjónám sum meginregla dátuábyrgdari av upplýsingum, ið verða viðgjørdar sum partur av uppgávuni.
Hendan dátuverndarkunning lýsir tær viðgerðir Sjónám fremur sum dátuábyrgdari.
Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari
Sjónám viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við okkara virksemi, sum útbúgvingarstovnur, ella tá tú móttekur eina tænastu frá okkum, ið vit hava valt at bjóða tær. Hetta merkir, at tá tú søkir um ella ert skeiðslutakari á einum skeiði, ið vit veita ella er næmingur á eini av okkara útbúgvingum, viðgera vit persónupplýsingar hjá tær.
Sjónám viðgerð eisini persónupplýsingar um síni starvsfólk og samstarvspartar sum partur av vanliga rakstrinum av skúlanum.
Okkara heimild:
- Viðgerðin er í stórstan mun grundað á okkara tørv sum almennur myndugleiki at kunna røkja okkara virksemi sum útbúgvingarstovnur við heimild sbrt. § 8, stk. 1, nr. 5, ella tí vit sambært lóg eru áløgd at gera viðgerðina við heimild sambært § 8, stk. 1, nr. 3.
- Heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í §12, stk. 1, nr. 2 og nr. 3.
- Um vit savna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimild sambært ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
Flutningur av persónupplýsingum til triðjalond
Sum meginregla verða persónupplýsingar ikki fluttar til annað triðjaland. Vit kunnu tó nýta útvaldar KT-veitarar, harav viðgerð av persónupplýsingum fer fram í triðjalandi, undir hesum USA. Í tílíkum førum tryggja vit, at avtalur samsvarandi standardásetingunum verða gjørdar við veitaran.
Dátuvernd
Kunningartøkni hevur stóran týdning fyri okkara virksemi, og tær tænastur vit veita næmingum og skeiðslutakarum. Vit taka allar hóttanir og teir váðar, ið eru á KT-trygdarøkinum í størsta álvara og geva øllum okkara skipanum og dátum høga KT-trygdarraðfesting. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, ið tryggja persónupplýsingar og aðrar
trúnaðarligar upplýsingar. Vit útinna javnan skoðan innan dátuvernd fyri at tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin.
Tíni rættindi
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum Sjónám hevur skyldu til at fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at Sjónám avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum, nýtir tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
Samband
Hevur tú spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, ella ynskir tú at nýta tíni rættindi sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Sjónám
Faktorsvegur 14
FO-700 Klaksvík
+298 66 58 00
sjonam@sjonam.fo
www.sjonam.fo
Kæra
Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til sjonam@sjonam.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.
Dagføringar
Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 22.05.2024.