STARVSLÝSING: LÆRARI TIL SJÓNÁM

01. May 2024

Søkt verður eftir einum undirvísara at byrja í 12.august 2024

 

Starvsinnihald:

·         Undirvísa í skipara-, skipsatstøðaraútbúgvingini og trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.

·         Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvari við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni

·         Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Førleikar:

Krøv til førleika eru ásett í kunngerð nr. 107 frá 20. september 2005 um skiparaútbúgving og eru m.a.:

·         Lokið prógv sum skipsførari og hava í minsta lagi tvey ára royndir sum einastýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipi ella fiskiskipi

·         Aldur og heilsu at taka prógv sum kavari

·         Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

·         Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði

·         Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni.

Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu

 

Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka námsfrøðiliga útbúgving og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi.

 

Umsóknir:

Umsóknarfreistin er 17.mai 2024, kl.15.

Meiri fæst at vita um starvi frá Brandi H. í Funningstovu, deildarleiðara, tfl.665 888

Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast: 

 

Á teldupostadressu: runih@tsk.fo

 

ella

 

Sjónám

Postmoga 324,

Faktorsvegur 14

FO-710 Klaksvík

stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri