Skipsatstøðarar 2024 - Prógvhandan

25. June 2024

Hósdagin 20. juni var prógvhandan á Sjónámi, har 9 skipsatstøðarar fingu prógv. Hesir kunnu eftir ávísa siglingartíð søkja vinnubræv sum fulltiknir skipsastsøðarar.
Á hátíðarløtuni helt Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, røðu og Signar í Homrum spældi nakrar sangir. Harumframt vóru felagssangir við Símuni Hammer, organisti við tangentarnar.

Virðislønir til skipsaststøðarar lætnar av Fiskimannafelagnum:
Besta skipsatstøðaraprógv hevði Jógvan Finnur Jónsveinson Thomsen og fekk eina klokku við barometur.
Fyri besta dugnaskaparprógv fekk David Magnason Simonsen eitt Faroe-time lummaur.
Besti kammeratur (valdur av næmingum) Jógvan Finnur Jónsveinson Thomsen, fekk føroyskar mansjettknappar frá Norðoya Sparikassa.
Fyri ídni fekk Uni Mikkelsen ein Sailor kikara frá Sjónámi.

Vit á Sjónámi ynskja næmingunum eina trygga og spennandi starvsleið