Læra til dekkara upp á styttri tíð

30. August 2024

Tilmælið um útbúgving til dekkara, grundað á uppskot frá Sjónámi, er handað og nú bíða vit eftir kunngerðini. Væntandi verða fyrstu útbúnu dekkarar eftir nýggja leistinum lidnir til jólar.
Hetta merkir eisini at vit kunnu avgreiða fleiri av førleikametingunum til dekkara, ið liggja á borðinum, og ikki uppfylla krøvini til skipsatstøðara (vænta eitt nú maskinroyndir).
Modulskipanin letur eisini upp fyri at sjófólk við nøkrum árum á baki kunnu førleikametast til beinleiðis upptøku á modul 2, ið byrjar eftir heystfrítíðina og sostatt taka útbúgvingina uppá 2 mðr.
Vælkomin at søkja upptøku á dekkara útb longu nú á sjonam@sjonam.fo og viðlegg CV við siglingartíð og prógvum.
Hoyr nærri á mobnr.224464 (mán-frí kl.09-16)

https://www.in.fo/news-detail/laera-til-dekkara-upp-a-styttri-tid