Skipsatstøðarar - Prógvhandan 2025

19. June 2025

Hátíðarløta var hósdagin 19. juni á Sjónámi tá 10 skipsatstøðarar fingu prógv.


Annfinn Olsen, reiðari, bar fram eina frálíka røðu.

Steintór Rasmussen framførdi nakrar av sínum sangum saman við Heina Ziska Dahl á tangentunum.

Poli Mikkelsen og Snorri Brend spældu undir til felagssangirnar.

Jan Højgaard formaður í Føroya Fiskimannafelag handaði virðislønir:
- Fyri besta úrslit fekk Eyðtór Ansgar Jensen eina klokku við barometur frá Føroya Fiskimannafelag.
- Fyri gott úrslit fekk Fríður Dam Johannesen ein Steiner kikara frá Føroya Fiskimannafelag.
- Besti floksfelagi (valdur av næmingum) var Eyðtór Ansgar Jensen, ið fekk eitt ur frá Vela-Watches.

Sjónám ynskir nýklaktu skipsatstøðarunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr á starvsleiðini.