Avloysarar til Sjónám

13. July 2022

Søkt verður eftir tveimum undirvísarum til skeiðsvirksemið og undirvísing í skipsatstøðara- og skiparaútbúgvingini komandi skúlaár.

Annað er fulltíðarstarv frá 15.august 2022 til 31.mars 2023 og hitt er ½-tíðarstarv alt komandi skúlaár.

Starvsinnihald

  • Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
  • Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga- og verkliga frálæru, sum eru ásettar í námsætlanum
  • Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur
  • Luttaka í toymisarbeiði til menninga av útbúgvingum og skeiðum
  • Luttaka á námsfrøðiligum innleiðsluskeiði 3 dagar í viku 32-2022

Førleikar

Umsøkjarin skal hava:

  • Lokið prógv sum skipsførari við minst 2 ára starvsroyndum við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella flogferðslu, ið kann javnsetast og viðkomandi bachelor útbúgving
  • Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði
  • Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni og

Fyrimunur er um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu.

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo.

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi.

Spurningar til starvið kunnu setast Brandi í Funningstovu, deildarleiðara, telefon 224464.

Umsóknir

Umsóknarfreistin er 24. juli 2022.

Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast: runih@tsk.fo ella á

Sjónám
Postboks 20
700 Klaksvík
Stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri