Til lukku við endaliga skúlaskeiðinum, sum skrivstovulærlingur
29. September 2025
Nærum altíð er pappageykur við í gomlum søgum og filmum um sjógvin og sjólívið. Men á Sjónámi kunnu vit kunngerða at vit hava skotið pappageykin!
Tað gjørdu vit fyri nøkrum árum síðani tá Tanja Louisdóttir byrjaði í skrivstovulæru. Røsk, álítandi og dugnalig sum fá - og nú liðug við skúlapartin - við besta úrsltið! - Hjartaliga til lukku við úrslitinum Tanja, og bestu eydnu á starvsleiðini - har Sjónám vónandi framvegis verður tín staður.