Um Klaksvíkar Sjómansskúla
Sjónám er stovnur, ið fevnir um tað, sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin. Sjónám myndar í dag sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðsluni á Tekniska skúla í Klaksvík.
Klaksvíkar Sjómansskúli byrjaði sum privatskúli í 1947. Ein sjómansskúli var í Havn (Thorshavns Navigationskole), men tað var avmarkað, hvussu nógvar mans, hann kundi taka inn á hvørkum ári. Áhugin at fáa sær skiparaprógv eftir heimskríggið var stórur, og ikki minni stýrimansprógv. Farmasiglingin um heimshøvini var vaksin sera nógv.
Fisher Heinesen hevði búð uttanlands og verið sjómansskúlalærari í Marstal í 20 ár, tá ið hann flutti heimaftur til Klaksvíkar at vera havnameistari í 1947. Tí var heitt á hann at undirvísa næmingum eftir arbeiðstíð. Hann megnaði sjálvsagt ikki allar lærugreinirnar sjálvur, og tí varð heitt á aðrar menn í býnum at hjálpa til – t.d. hava læknar á sjúkhúsinum og/ella kommunulæknaviðtaluni undirvíst í heilsulæru, maskinmeistarar í heimavinnu ella útisiglandi undirvístu í maskinlæru o.s.fr.
Hildið var í byrjanini til í skúlanum á Ziskatrø. Onnur høli í býnum vóru eisini brúkt fyrsta 10ára skeiðið. Í 1957 flutti skúlin inn í kjallaran í húsum Fishers norðuri á Kósini, har sum hann hevði gjørt eina skúlastovu. Har helt skúlin til í 14 ár til 11. januar 1971, tá flutt varð inn á Garðavegi 11.
Klaksvíkar Sjómansskúli bjóðaði fleiri útbúgvingar næstan frá byrjan. Í byrjanini var ein seturskiparaflokkur, meðan onkur einstaklingur tók heimaskiparaprógv. So við og við øktist virksemið til eisini at fevna um langfaraskiparaflokk, heimaskipara- og skiparaflokk, stýrimansflokk og telefonistar.
Teir, ið gingu í skúla, guldu eitt skúlagjald hvønn mánað. Gjaldið fór til lønir og raksturin. Hetta var ikki nóg mikið til at keypa útgerð o.a., so heitt var á reiðarar í býnum – stórar og lítlar – at gjalda ein lítlan part av yvirskotinum til skúlan. Skúlin livdi tí av vælvild í nærumhvørvinum tey fyrstu nógvu árini, og hann hevði stóran týdning fyri býin og allar Norðoyggjar. Eisini fyri aðrar partar av landinum, serliga Eysturoynni.
Skúlin er sprottin úr heimligum jørðildi, og tað hevur havt tann týdning, at bæði lærarar og næmingar hava havt tætt og beinleiðis samband við vinnuna. Skjótt hevur verið at sæð tørv fyri nýggjum skeiði og/ella útbúgving. Soleiðis komu við tíðini skeið í m.a. fiskaviðgerð og sjómanslæru og nakað longri útbúgvingar til telegrafist og skipskokk.
Javnan stakk prátið um hølisviðurskiftini seg upp. Hølini í kjallara Fishers nøktaðu tørvin sum frægast, men fóru skjótt at vera ov lítil og ótíðarhóskandi. Hugsað var at keypa grundstykki og byggja nýggjan skúla, men peningur fekst ikki til tað.
Í 1967 fekk skúlin eitt tilboð um at keypa eini hús, ið stóðu við Garðaveg. Tey vóru upprunaliga bygd til snikkaraverkstað. Peningur til keypið fekst til vega í nærumhvørvinum, og húsini vórðu keypt. Eftir umbygging o.a. flutti teir inn 6. mars 1971. Tá varð undirvíst til heimaskipara og skipara og til fjarritara. Um kvøldið vóru hildin dugnaskaparskeið og radioskeið.
Nýggj skipskokkaútbúgving byrjaði í 1972. Við øktum fiskiflota, serliga línuskipum á nær- og fjarleið, var brúk fyri útbúnum kokkum til øll hesi skipini. Fólk í vinnuni og skúlanum mettu um tørvin og settu á stovn útbúgvingina, og hon hoyrdi til Klaksvíkar Sjómansskúla, hóast hildið var til í køkinum á Húsarhaldskúla Føroya fram til á vári 1986. Tá var nýggjur køkur liðugur í kjallaranum á sjómansskúlanum.
Í 1973 metti nevndin fyri skúlan, at lærarakreftirnar við skúlan vóru ikki nóg væl tryggjaðar frameftir undir verandi skipan. Skuldi bestu lærarar fáast – eisini í framtíðini – so máttu setanarviðurskiftini eisini vera í lagi. Tíðirnar vóru broyttar, og skúlin mátti fylgja við. Leiðsla skúlans setti seg tí í samband við landsstýrið um hetta, og endin var, at løgtingið við lóg nr. 40 frá 26. apríl 1974 yvirtók skúlan við øllum.
Fisher Heinesen legði frá sær sum stjóri í 1971, tá ið flutt varð inn á Garðavegi. Í hansara stað kom Erik Danielsen, eisini úr Klaksvík, og hann var stjóri fram til 1985. Eftir hann tók Frans Jacobsen úr Gøtu við stjórastarvinum.
Útboðið av nýggjum útbúgvingum broyttist ikki restina av 70unum og langt inn í 80ini. Við nýggjari tøkni – m.a. fylgisveinum – gjørdist útbúgvingin til fjarritara ótíðarhóskandi, og teir seinastu tóku prógv í 1985.
Tað lá frammalaga í huganum hjá Frans at víðka virksemi skúlans.
Altjóða krøv til trygdarútgerð umborð á skipum herdust við tíðini, og manningin skuldi hava trygdarskeið. Sum undanfarnir leiðarar skúlans var eisini Frans undangongumaður, og tíðliga í 1991 byrjaði Klaksvíkar Sjómansskúli við trygdarskeiði fyri sjófólki. Tað tók 5 dagar, harav tann seinasti dagurin varð hildin á Brandskúlanum við Áir.
Í 1991 byrjaði fyrsti sjóvinnuflokkur á Klaksvíkar Sjómansskúla. Hetta var ein útbúgving, ið tók 5 mánaðir. Útbúgvingin var bæði ástøðilig og verklig, og tey lesandi kundu harumframt taka dugnaskaparskeið í sigling.
Frans Jacobsen fór í 1993 frá fyri aldur, og eftir hann gjørdist Pole Mikkelsen stjóri.
Í 1993 var útbúgvingin til heimaskipara og skipara broytt saman við skipsføraraútbúgvingini. Allar tríggjar gjørdust ein 3ára leið, har sum heimaskiparaútbúgvingin var fyrsta heila árið, skiparaútbúgvingin næsta hálvárið og skipsføraraútbúgvingin tað seinasta 1½ árið. Sostatt gjørdist heimaskipara- og skiparaútbúgvingarnar bæði endaligar útbúgvingar útbjóðaðar á Klaksvíkar Sjómansskúla meðan fulla navigatør útbúgving, máttu menn til Havnar at taka.
Í 1998 var eftirspurningurin eftir trygdarskeiði øktur so nógv, at Mentamálarráðið gjørdi av at taka trygdarskeið og bátaføraraskeið úr Klaksvíkar Sjómansskúla og leggja tað í ein nýggjan stovn, Trygdarmiðstøðin. Marius Magnusson úr Klaksvík var settur sum leiðari fyri Trygdarmiðstøðina.
Málsøkið trygd á sjónum varð yvirtikið í 2002, og eftir tað skuldu øll, sum høvdu starv umborð í skipi, hava tikið góðkent trygdarskeið, sum skuldi endurnýggjast 5. hvørt ár. Á Trygdarmiðstøðini vóru upp í 1000 skeiðluttakarar árliga fyrstu nógvu árini eftir aldarskiftið – trygdarskeið, endurnýggjan av trygdarskeiði, umframt bátaføraraskeið og skeið við skjóttgangandi bjargingarbáti.
Tað var ikki pláss fyri virkseminum hjá Trygdarmiðstøðini í hølunum hjá Klaksvíkar Sjómansskúla. Nýggj høli til ástøðiliga partin av skeiðnum vóru funnin á Tekniska Skúla, og tær praktisku venjingar vóru í svimjihøllini – til nýggj høli vóru klár við Bøgøtu í august 2001. Við Borðoyavík vóru bygd hús og bryggja, har sum sjógvvenjingarnar skuldu vera, og bátar hingu í dáviti og krána.
Líka sum leiðarar, sum gingu undan, var Marius Magnusson eisini ein, sum slóðaði fyri. Undir honum fingu trygdarskeiðini altjóða støði, og skeiðleiðararnir fingu útbúgving í m.a. fyrstuhjálp.
Trygdarmiðstøðin gjørdist partur av IASST – International Association for Safety and Survival Training. Marius var eitt skifti næstformaður í IASST.
Árini 1993 – 2005 broyttust útbúgvarnar á Klaksvíkar Sjómansskúla lítið og einki. Eftirspuringurin eftir útbúgvingunum skiftist saman við útlitunum í at fáa hýru í fiski- og farmaskipavinnuni. Á sumri 2005 var heimaskiparaútbúgvingin strikað, og skiparaútbúgvingin longd til 1½ ár. Tað hevði tó ikki tær stóru broytingarnar við sær, uttan at tímatalvan varð broytt tilsvarandi.
Eitt 10 ára skeið inn í nýggju øldina hevði Trygdarmiðstøðin brúk fyri nýggjum hølum til vaksandi virksemið. Skitsutekningar vóru gjørdar til nýggjan bygning á Borðoyarvík, men í staðin var bygningur keyptur á Vestaru Bryggju og innrættaður til skúla- og skeiðbrúks. Ein hylur var gjørdur í høllini, har sum venjingarnar til trygdarskeið og at bjarga sær út úr einari søkkjandi tyrlu skuldu vera.
Samstundis var tíðin eisini komin til at broyta kokkaútbúgvingina á Klaksvíkar Sjómansskúla. Køkurin á Garðavegi var um- og útbygdur í 2009/10, men tað var ikki nóg mikið fyri at nøkta tørvin. Útbúgvingin varð løgd undir Tekniska Skúla og longd upp í 1 ár.
Kring landið var tosað um samanlegging av stovnum, og Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin vóru løgd saman í januar 2011. Báðir leiðararnir fóru frá, og Hanus Kjølbro var fyribilssettur sum leiðari at standa fyri samanleggingini. Í fyrstanini varð hildið til bæði á Garðavegi og Bøgøtu.
Í oktobur í 2012 var umbyggingin av bygninginum á Vestaru Bryggju liðug – bæði til skeiðvirksemið hjá Trygdarmiðstøðini og útbúgvarnar hjá Klaksvíkar Sjómansskúla.
Samanlagdi stovnurin fekk navnið Sjónám.
Í januar 2012 var fyrsta HUETskeiðið hildið fyri føroyingum í frálandavinnu, og á heysti sama ár bar til at taka fult trygdarskeið til oljuboripallar (OBST, BOSC) á Sjónámi. Hesi skeið vóru framd í tættum samstarvi við Maersk Training í Esbjerg.
Byrjað var eisini upp á gera heilsuskeið til navigatørar í 2014. Endalig góðkenning kom í 2015.
Farið var í gongd við at nýtímansgera sjóvinnuútbúgvingina. Við broyting í STCW-sáttmálanum var nú krav, at alt deksfólkið umborð í føroyskum handilsskipum skuldu hava bæði grundskeið og endaskeið til skipsatstøðara. Arbeiðið at dagføra útbúgvingina byrjaði í 2014 og var liðugt árið eftir.
Í 2022 byrjaði Sjónám samstarv við Miðnám í Vestmanna um útbúgving til alarar. Útbúgvingin fevnir eisini um dugnaskaparskeið í sigling, radioskeið og trygdarskeið. Tey verða øll tikin á Sjónámi.
Arbeitt verður við at fáa egin OPITO loyvi til at halda skeið til frálandavinnuna. Tey koma væntandi í hús fram ímóti sumri. Eftir tað fara allir føroyingar í frálandavinnu aftur at hava møguleikan at taka BOSC og HUET í Føroyum, heldur enn at fara uttanlands.
Sjónámi er ikki ein stórur skúli, men hann er sera fjølbroyttur.