Skipsatstøðarar

24. February 2022

Droymur tú um starv við stórari ábyrgd, fíggjarligum yvirskoti, spennandi upplivingum og nógvari frítíð? – vel so eina sjóvinnuútbúgving. Sjónám í Klaksvík bjóðar skipsatstøðaraútbúgving, ið styttur siglingstíðina munandi áðrenn skiparaskúlan. Hetta er bæði ein handalig og bóklig útbúgving har tú lærur sjómansskap í breiðum týdningi fyri at tryggja eitt sterkt grundstøði at byggja víðari á í tíni karrieru. Søk beinanvegin fyri at tryggja tær pláss á útbúgvingina, ið byrjar eftir summarfrítíðina. – So sleppur tú, eins og Nólsoyar Páll, ein dag at føra skip ímillum lond!