LÆRARI TIL SJÓNÁM – AVLOYSARI

14. June 2022

Søkt verður eftir einum undirvísara tíðarskeiðið 15.august 2022 til juni 2023.

Starvsinnihald:

  • Undirvísa í skipsatstøðara- og skiparaútbúgvingini. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga- og verkliga frálæru, sum eru ásettar í námsætlanum, herundir í skipstøkni og enskum
  • Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
  • Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur
  • Luttaka í toymisarbeiði til menninga av útbúgvingum og skeiðum
  • Luttaka á námsfrøðiligum innleiðsluskeiði 3 dagar í viku 32-2022

Førleikar:

Umsøkjarin skal hava

  • Lokið prógv sum skipsførari við minst 2 ára starvsroyndum við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella flogferðslu, ið kann javnsetast og viðkomandi bachelor útbúgving
  • Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði
  • Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni og
  • fyrimunur er um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi.

Spurningar til starvið kunnu setast Brandi í Funningstovu, deildarleiðara, tfl. 224464

Umsóknir:

Umsóknarfreistin er 27.juni 2022, kl.12.00.

Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast: 

Á teldupostadressu: runih@tsk.fo

ella

Sjónám

Postboks 20

FO-700  Klaksvík

stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri