TRYGDARSKEIÐ FYRI MANNING Á FISKISKIPUM

14. May 2016

Trygdarskeiðið er ásett til 40 tímar yvir 5 dagar. Á hesum skeiði ognar skeiðsluttakarin sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini um borð í fiskiskipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Trygdarskeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir ein ognar sær hesir 5 dagarnar, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær allar 5 dagarnar.

Á hendan undirvísingarhátt stuðlar Sjónám undir menningina av sjálvbjargni og samstarvsevnum og trygdina á sjónum, sum heild. Alt í alt er talan um eina spennandi viku, har sum tað nýggja sjófólki fær gott innlit hvussu tingini hanga saman um borð í fiskiskipum.

Meira kunning um skeiðið her 

Vinarliga

SJÓNÁM