Seinastu tíðindi

Starvslýsing

04.10.2021

LÆRARI TIL SJÓNÁM - AVLOYSARI


Søkt verður eftir einum undirvísara tíðarskeiðið januar til desember 2022.
 
Starvsinnihald:
·       Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
·       Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur
 
Førleikar:
Umsøkjarin skal hava
·       Lokið prógv sum skipsførari og hava starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella flogferðslu, ið kann javnsetast
·       Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
·       Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði
·       Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni og
Fyrimunur er
·       um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu
 
 
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo
Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi.
 
Spurningar til starvið kunnu setast Brandur í Funningsstovu, deildarleiðara, tfl. 224464
 
Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 22.oktober 2021.
Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast: 
 
Á teldupostadressu: runih@tsk.fo
 
ella
 
Sjónám
Postboks 20
FO-700  Klaksvík
stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend