Skeið

Verndaransni


Kunning: Um nóg nógv tekna seg (min.4, max. 16) verður skeið í verndaransni hildið.

Tilmelding: Útfyll teigarnar høgru megin og ber hetta ikki til tak samband á tlf 66 58 88 ella á sjonam@sjonam.fo

Upplýsingar: Vinarliga upplýs navn, føðidato, fartelefon, teldupost og gjaldara tvs er tað tú ella reiðaríið ið skal gjalda. Minst til at skriva fult navn á reiðarínum. Tá tilmeldingin er váttað, vinarliga ber so í bandi at skeiðsgjaldið verður flutt á konto í Banknordik: 6460 - 1624174.

Átekning: STCW 78 incl. Manila 2010 amendments A-VI/6.

Málbólkur: Øll sjófólk.

Upptøkukrøv: Luttakarin skal skilja føroyskt. Skeiðið kann tó eisini haldast á enskum ella donskum - seti tykkum í samband við okkum á Sjónámi at hoyra meira. Vit finna eina loysn.

Málsetningur: At kunna sjófólk í altjóða sigling um ISPS.

Innihald: Fylgjandi listi lýsir innihaldi:

  • Gjøgnumgongd av hugtakinum verndarvarhugi um borð í skipi
  • Inngangur til hugtakið ISPS
  • Yvirgangur í havn og úti á havinum.
  • Skipsverndarumboð (SSO)
  • Gjøgnumgongd av ISPS-koduni parti A og B. Havnir og trygd
  • Gjøgnumgongd av spurningum í ISPS-koduni parti A og B
  • Vápn og ólóglig evnir

Prógv: Eftir lokið skeið verður prógv útskrivað

Skeiðslongd: 1 dagur.

Gildistíð: Einki ásett.
 
Luttakaratal: Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 16.

kr. 1.500,00

Tilmelda til skeið

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend