Skeið

SSO skeið


Kunning:
Um nóg nógv tekna seg (min.4, max. 16) verður skeið í grundleggjandi eldsløkking hildið.

Tilmelding: Útfyll teigarnar høgru megin og ber hetta ikki til tak samband á tlf 66 58 88 ella á sjonam@sjonam.fo

Upplýsingar: Vinarliga upplýs navn, føðidato, fartelefon, teldupost og gjaldara tvs er tað tú ella reiðaríið ið skal gjalda. Minst til at skriva fult navn á reiðarínum. Tá tilmeldingin er váttað, vinarliga ber so í bandi at skeiðsgjaldið verður flutt á konto í Banknordik: 6460 - 1624174.

Átekning: STCW Tabell A-V/5

Málbólkur: Sjófólk í altjóða sigling, sum skal starvast sum verndaryvirmaður skipsins.

Upptøkukrøv: Luttakarin skal skilja føroyskt. Til ber at halda skeiðið á enskum ella donskum. Seti tykkum í samband við okkum á Sjónámi. Vit finna eina loysn.

Málsetningur: At geva frálæru til tey sjófólk í altjóða sigling, soleiðis at tey eru før fyri og lúka krøvini til at starvast sum verndaryvirmaður skipsins.

Innihald: 

  • Hóttanir í siglignarumhvørvinum
  • Lógir - aljóða og nationalar
  • Hugtøk og definitiónir
  • Handfaring av vitan
  • Ábyrgdarbýti ímillum partar í altjóða sigling
  • Eyðkenning av hóttanum
  • Mannagongdir at kanna skip, fólk og viðføri
  • At kenna aftur persónar, ið kunnu vera ein hóttan 
  • Stýra einari fólkamongd
  • Øll trý verndarstigini - og hvørji tiltøk tey krevja
  • Fráboðan av verndahendingum
  • Gerð av verndarmannagongdum
  • Kunnleiki til tilbúgving
  • Verndarútbúgving og -venjing

Prógv: Eftir lokið skeið fær luttakarin prógv. 

Skeiðslongd: 3 dagar

Gildistíð: Skeiðið gongur ikki út
 
Luttakaratal: Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 16.

 

kr. 4.200,00

Tilmelda til skeið

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend