Skeið

Sjúkraviðgerði, kista-C Endurnýggjan

Tilmelding: Útfyll teigarnar høgru megin og ber hetta ikki til tak samband á tlf 66 58 88 ella á sjonam@sjonam.fo  Um nóg nógv tekna seg verður skeiðið hildið.

Upplýsingar: Vinarliga upplýs navn, føðidato, fartelefon, teldupost og gjaldara tvs er tað tú ella reiðaríið ið skal gjalda. Minst til at skriva fult navn á reiðarínum. Tá tilmeldingin er váttað, vinarliga ber so í bandi at skeiðsgjaldið verður flutt á konto í Banknordik: 6460 - 1624174.


Útbúgvingarætlan C, bilag 8: TRÝST HER

Átekning: STCW 78 A-VI/4-1 við seinni broytingum og EU-samtykt 92/29/EØF.

Upptøkukrøv: Sí bilag 8 stk. 5 í útbúgvingarætlanini og skilja føroyskt. 

Prógv: Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at fáa endurnýggjað prógv sítt, sum sjúkraviðgerði um borð í skipum við medisikistu C.

Luttakaratal: Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 8.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Fult teknað endurnýggjanarskeið er ásett til 8 tímar og varðar 1 dag, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði um borð í skipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allan dagin, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka, sum sjúkraviðgerði umborð í skipi.

kr. 3.000,00

Tilmelda til skeið

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend