Registration: +298 66 58 88 or on sjonam@sjonam.fo
Information: Send to Sjónám your full name as well as date of birth, adress, mobile telephone number, e-mail adress, and how payment is made.
Útbúgvingarætlan B, bilag 2: TRÝST HER
Átekning: STCW 78 A-VI/4 við seinni broytingum og EU-samtykt 92/29/EØF.
Upptøkukrøv: Sí bilag 2 stk. 5 í útbúgvingarætlanini og skilja føroyskt.
Prógv: Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at fáa prógv, sum sjúkraviðgerði um borð í skipum við medisikistu B.
Luttakaratal: Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 8.
Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.
Innlæring: Fult teknað grundskeið er ásett til 40 tímar yvir 5 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði um borð í skipum.
Sjónám hevur vælvitandi undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.
Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allar 5 dagarnar, skeiðið varðar.
Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.
Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka, sum sjúkraviðgerði umborð í skipi.