Missión

Við maritimum útbúgvingum, skeiðum og øðrum virksemi menna vit tilvitið og vitanarstigið um trygd á sjógvi og landi.

Virðir

  • Trúvirði
  • Viðkomandi
  • Framsíggin
  • Professionalisma

Visjón

Sjónám skal vera stovnurin, sum kemur føroyingum til hugs, tá ið tosað verður um trygd á sjógvi og landi.

Sjónám skal setast á landakortið sum sjóvinnudepil, tá ið tað snýr seg um skeið í útnorðri. 

Okkara útbúgvingar skulu vera í tøttum samstarvi við vinnuna og verða lutvíst bodnar út sum fjarlestur. 

Sjónám virkar fyri at menna trygd, trygdartilvit og trivnaðarmentan hjá starvsfólkum á sjógvi og landi.

Sjónám fer komandi árini støðugt at menna fakligu góðskuna í skeiðum og útbúgvingum á sjógvi og landi.