Dekkari

Hevur tú hug at arbeiða umborð á handilsskipum, er útbúgvingin sum dekkari fyrsta stigið á maritimu starvsleiðini.

Útbúgvingin er fyrra semestrið í útbúgvingini til skipsatstøðara og gevur grundleggjandi fakligar og handaligar førleikar at starvast á dekki umborð á skipum. Hon lýkur altjóða krøv sambært STCW fyri Able Seafarer Deck A-II/5 sum ásetur lágmarkskrøvini til førleikar, vitan og arbeiðsuppgávur hjá fulltiknum dekkara umborð á skipum.

Útbúgvingin er tann stytsta førleikagevandi útbúgvingin í Føroyum, og er í dag at rokna neyðug fyri at mynstra sum dekkari við handilsskipum. Útbúgvingin gevur møguleika at halda fram til skipsatstøðara og seinni skipara.

  • Lestrartíð: ½ skúlaár
  • Umsóknarfreist: 1.juli á hvørjum ári
  • Skúlabyrjan: Á leið hálvan august á hvørjum ári
  • Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul til 18 ár og eldri, vistarhaldsstuðul til útibúgvandi, bókastuðul til øll
  • Útbúgvingarstað: Sjónám í Klaksvík

Kunning

Upptøka

Fyri at verða upptikin á dekkaraútbúgving krevst:

  • Fráfaringarroynd fólkaskúlans
  • Galdandi heilsuváttan fyri sjófólk uttan avmarkingar, herundir skikkað/ur til kagtænastu

Upptøka til dekkara er árliga. Útbúgvingin verður hildin, treytað av, at nóg nógvir umsøkjarar eru.

Tilmelding

Tú kanst søkja beinleiðis í tilmeldingarskipanini á heimasíðuni.

Harumframt ber til at senda umsókn, prógv og heilsuváttan við telduposti til sjonam@sjonam.fo ella við Posta til: Sjónám, Faktorsvegur 14, 700 Klaksvík

Útbúgvingin gevur førleikar til
  • Starv sum ófulltikin dekkari, seinni fulltikin dekkari / Able Seafarer Deck sambært STCW
  • Luttøku í dagligum arbeiði á dekki, undir leiðslu av bátsmanni og yvirstýrimanni
  • At virka og samstarva við sterkari fatan mótvegis trygd og dygd umborð á handilsskipum
  • At halda fram á næsta útbúgvingarstigi til skipsatstøðara
Endamál og innihald

Endamálið er at menna grundleggjandi vitan og kunnleikar innan:

  • Dekksarbeiði og vanligt virksemi umborð
  • Vaktarhald á brúnni sambært STCW II/4
  • Trygd og arbeiðsumhvørvi sambært STCW VI/1
  • Eldsløkking og fyrstuhjálp sambært STCW VI/1-3
  • Verndartilbúgving sambært STCW VI/6-1
  • Able Seafarer Deck-krav sambært STCW II/5
  • Grundleggjandi maritimt enskt  
  • Nýtslu av trossum og akker
  • Lasting-, lossing- og stúvingartilgongdir
  • Bjargingar-, trygdar- og neyðstøðuuppgávur
Næmingurin lærir at:
  • Útinna ítøkilig viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Arbeiða í samsvari við ásettar normar fyri dygd
  • Verða virkin partur av einum skipaðum arbeiðsumhvørvi
  • Skipa og loysa uppgávur undir vøkrum trygdar- og samstarvsfatanum
Útbúgvingartíð

Útbúgvingin tekur eitt semestur (á leið 5 mðr.), men er á Sjónámi skipað sum samanhangandi lestur til skipsatstøðara á 1 skúlaár, ið sostatt fevnir um breiðari námsligt innihald, og gevur gott grundarlag til seinni lestur til skipara.

Styttur leistur

Roynd sjófólk kunnu søkja á styttan leist av dekkara útbúgving, ið byrjar eftir heystfrítíðina (uml.20.okt.) á hvørjum ári.

Stytti leisturin tekur 2 mðr og endar við prógvi áðrenn jól. Krav til umsøkjarar á styttum leisti er smb kunngerð í minsta lagi 3 ára siglandi royndir, harav helmingin við handilsskipum. Umsóknarfreist er 1.oktober á hvørjum ári.

Næmingar á styttum leisti fáa til útbúgvingina kravdu skeiðini, og luttaka í prinsippinum í somu fakum við tilhoyrandi brutto-pensum sum næmingar á vanligari dekkara útbúgving.

Próvtøka og prógv

Eftir lokna útbúgving og próvtøku skrivar skúlin út skúlaprógv, sum kann brúkast í samband við útvegan av sjóvinnubrøvum.

Útbúgvingarbók

Siglingartíðin til fulltiknan dekkara verður stytt úr 1,5 ár niður í 1 ár um útbúgvingarbók verður nýtt umborð. Útbúgvingarbók verður latin á Sjónámi og verður, tá nøktandi útfylt, góðkend av skúlanum áðrenn send til Sjóvinnustýrið/FMA í sambandi við umsókn um sjóvinnubræv til fulltiknan dekkara.

Innivist

Sjónám kann tíverri ikki bjóða innivist, men vit vísa til Kunningarstovuna, Skúlaheimið á Tekniska Skúla og húsaleigutilboð í nærumhvørvinum.

Spurningar?

Ring til Sjónám á telefon 66 58 88 fyri ráðgeving og nærri kunning.

Kunngerðargrundarlag

Útbúgvingin er skipað sambært Kunngerð nr. 134 frá 17. desember 2024 um útbúgving til dekkara. Kunngerðin ásetur innihald, førleikakrøv, upptøku, próvtøkur og góðkenningar.

 

Nr. 134                                                                                                                      17. desember 2024

Kunngerð um útbúgving til dekkara

 

Við heimild í §§ 4, 6, § 8, stk. 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:

 

Endamál

§ 1. Útbúgvingin til dekkara skal lúka ástøðiligu krøvini til sjóvinnu og vaktarhald sbrt. STCW-sáttmálanum viðvíkjandi:

1)   Áseting II/4 um vaktarhald.

2)   Áseting VI/1 um grundleggjandi upplæring í trygd og arbeiðsumhvørvi á sjónum.

3)   Áseting VI/1-3 um grundleggjandi fyrstuhjálpara skeið.

4)   Áseting VI/6-1 um verndartilbúgving.

5)   Áseting II/5 um fulltiknan dekkara, t.e. Able seafarer deck.

Førleikamál

§ 2. Førleikamálini fevna um ta vitan, tey evni og teir førleikar, sum næmingurin skal røkka í útbúgvingini til dekkara.

Stk. 2. Vitanarførleikarnir sbrt. stk. 1 geva næminginum:

1)   Kunnleika til vanligt fyrifallandi arbeiði umborð á einum skipi.

2)   Kunnleika til vakt á brúnni, arbeiði á skipsdekki og í maskinrúmi við vanligum amboðum og maskinum.

3)   Almennan kunnleika til uppbygging av einum skipi, innrætting, maskinarí og aðra útgerð.

4)   Almennan kunnleika til siglingarfrøðiligu og maskinteknisku arbeiðsøkini umborð á einum skipi.

5)   Kunnleika til vandan fyri heilsu og trygd við at útinna arbeiði, so at vanlukkur og arbeiðsskaðar kunnu fyribyrgjast.

6)   Kunnleika til grundleggjandi hugtøk og íblástur til at bøta um mannagongdir og arbeiðsgongdir.

Stk. 3. Førleikarnir sbrt. stk. 1 umfata:

1)   Útinna ítøkilig viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði umborð á skipi.

2)   Útinna arbeiði í samsvari við ásettar normar fyri dygd.

3)   Útinna veruliga eldsløkking.

4)   Kunnleika innan grundleggjandi maritimt enskt mál á viðkomandi arbeiðsøki.

Stk. 4. Næmingurin skal eisini nema sær førleikar at:

1)   Luttaka virkin í samstarvinum við at leggja til rættis arbeiðsuppgávur.

2)   Útinna verkligar uppgávur sjálvstøðugt í sambandi við vanligt skipsarbeiði, harímillum viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði, sbrt. stk. 3, nr. 1.

3)   Verða tilvitaður um týdningin av einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi.

4)   Menna eitt gott arbeiðsumhvørvi og samstarv á ein virknan hátt.

Upptøka

§ 3. Skúlin hevur ábyrgdina av upptøku til útbúgvingina sum dekkari, og skúlin hevur ábyrgdina av at tryggja, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini.

Stk. 2. Til upptøku á útbúgvingini til dekkara skal umsøkjari:

1)   Hava staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans.

2)   Hava galdandi heilsuprógv fyri sjófólk.

Skipan av útbúgvingini

§ 4. Skúlin ásetur í námsskipan, reglur og vegleiðingar um, hvussu útbúgvingin skal leggjast til rættis, og hvussu útbúgvingin skal fremjast í verki. Námsskipanin skal harumframt lýsa, hvussu skúlin lýkur krøvini til innihaldið sbrt. § 1.

Stk. 2. Ástøðiligi parturin av útbúgvingini verður lýstur nærri í námsskipan.

Stk. 3. Námsskipan og munandi broytingar í námsskipanini skulu áseta skiftisreglur.

Stk. 4. Galdandi námsskipan skal verða atkomulig á heimasíðu skúlans, og skal harumframt verða skjalprógvað í dygdarskipan skúlans.

Stk. 5. Námsskipanin skal vera góðkend av landsstýrisfólkinum.

Próvtøka og prógv

§ 5. Próvtøkur og eftirmetingar skulu viðgerast sbrt. kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.

§ 6. Eftir lokna útbúgving við nøktandi úrsliti skrivar skúlin út skúlaprógv.

Undirvísingarførleiki

§ 7. Lærari skal samanlagt hava eitt førleikastøði, sum er hægri enn fráfaringarstøðið fyri útbúgvingina. Førleikastøðið skal, umframt námsfrøðiligan førleika, fevna um viðkomandi skjalprógvaðar ástøðiligar og yrkisligar førleikar.

Stk. 2. Nýggir lærarar skulu innan trý ár eftir starvssetan hava lokið viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving.

Útbúgvingartíð

§ 8. Útbúgvingartíðin er ásett at vera 4 mánaðar.

Stk. 2. Tó er útbúgvingartíðin ásett til 2 mánaðar, um næmingurin hevur í minsta lagi 3 ára siglingstíð, harav 18 mánaðir skulu vera við handilsskipi.

Kæra

§ 9. Avgerðir, ið leiðari skúlans tekur sbrt. hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrisfólkið í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.

Stk. 2. Kærur um próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars, skulu viðgerast sbrt. kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.

Gildiskoma

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 um grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara.

Skiftisregla

§ 11. Tey, sum fóru undir grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara áðrenn 1. august 2024, eru framhaldandi fevnd av kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 um grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara.

 

 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 17. desember 2024