COX (Bátaføraraskeið) - Grundskeið

Upplýsingar

Tá tilmeldað verður, skal luttakari hava heilsuváttan (bláubók) og prógv um staðið trygdarskeið og grundleggjandi bátaføraraskeið við.

Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.

Átekning

STCW 78 A-VI/2-1, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

Málbólkur

Manning umborð á skipi, sum skal taka ræðið á einum flaka ella einum bjargingarbáti.

Upptøkukrøv

Galdandi heilsuváttan (bláabók) fyri sjófólk, vera fyltur 18 ár, hava staðið trygdarskeið og skilja føroyskt.

Málsetningur

At gera skeiðsluttararnar betri førar fyri – í vitan og handfaring – at átaka sær ta uppgávu at føra ein bjargingarbát (COX). Íroknað hesar uppgávur er at skipa fyri umborðkomu av fólki frá skipi og/ella borieind í frálandavinnu, sjóseting av bjargingarbáti og at sigla burtur frá skipi/borieind í neyð.

Innihald

Ástøðiligur partur:

  • Vanlig fyrstahjálp, hjartahjálp, lungnahjálp og ovurkøling
  • Venjing við bjargingarbáti – t.e. sjóseting og uppafturtøka, atgerðir, at kennast við bát og útgerð, taka fólk upp úr sjónum og handfaring av teimum umframt samskifti
  • Venjing við gummibjargingarflaka – t.e. sjóseting, taka fólk umborð og bjarging av fólki úr sjónum og handfaring av teimum, at kennast við flakan og tess útgerð umframt at venda einum flaka
  • Bjarging við tyrlu
  • Persónlig trygdarútgerð

Verkligur partur:

  • Venjing við bjargingarbáti – t.e. sjóseting og at fara umborð á bátin, atgerðir, at kenna útgerðina umborð, taka fólk upp úr sjónum og hvussu tey skulu handfarast, uppafturtøka av bjargingarbáti og samskifti.
  • Venjing við gummibjargingarflaka – t.e. seta bátin út, fara umborð á bátin, taka fólk upp úr sjónum, at kenna útgerðina, venda gummibjargingarflaka á rættkjøl og persónlig trygd.

Skeiðslongd

3 dagar.

Prógv

Eftir lokið skeið verður prógv útskrivað.

Gildistíð

5 ár.

Luttakaratal

Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 6.

Sjálvlestur

Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring

Fult teknað grundskeið til bátaførara er ásett til 24 tímar yvir 3 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini til stóru bjargingarbátarnar umborð á skipum.

Sjónám hevur dugnaligan undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær allar 3 dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til bátaførara og hartilhoyrandi ábyrgdir.

Kostnaður

kr. 6.000,00