COX (Bátaføraraskeið) - Endurnýggjan

Upplýsingar

Tá tilmeldað verður, skal luttakari hava heilsuváttan (bláubók) og prógv um staðið trygdarskeið, grundleggjandi bátaføraraskeið og tað gamla COX prógvið við.

Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.

Upptøkukrøv

Galdandi heilsuváttan (bláabók) fyri sjófólk, vera fyltur 18 ár, hava staðið trygdarskeið og grundleggjandi bátaføraraskeið umframt skilja føroyskt.

Málbólkur

Skipsmanning, sum skal taka ræðið á einum flaka ella einum bjargingarbáti.

Átekning

STCW 78 A-VI/2-1, íroknað broytingarnar í Manila 2010.   

Málsetningur

Endurnýggjanarskeiðið er verkligt rættað og er tilrættislagt soleiðis, at skeiðsluttakararnir møta dag 2 saman við teimum, ið taka grundskeið, og gera venjingar saman við teimum í 1 dag.

Innihald

Verkligur partur:

Venjing við bjargingarbáti – t.e. sjóseting og at fara umborð á bátin, atgerðir, at kenna útgerðina umborð, taka fólk upp úr sjónum og hvussu tey skulu handfarast, uppafturtøka av bjargingarbáti og samskifti.

Venjing við gummibjargingarflaka – t.e. seta bátin út, fara umborð á bátin, taka fólk upp úr sjónum, at kenna útgerðina, venda gummibjargingarflaka á rættkjøl og persónlig yvirlivingartøkni.

Skeiðslongd

2 dagar.

Prógv

Eftir lokið skeið verður prógv útskrivað.

Gildistíð

5 ár.

Luttakaratal

Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 6.

Sjálvlestur

Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring

Fult teknað endurnýggjanarskeið til bátaførara er ásett til 16 tímar yvir 2 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini til stóru bjargingarbátarnar umborð á skipum.

Sjónám hevur dugnaligar undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað soleiðis, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum og góðum hentleikum við undirvísarum, sum fylgja tær báðar dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa bátaføraraskeiðið og ábyrgdir tess dagførd.

Kostnaður

kr. 5.000,00