Melda til her
Upplýsingar
Hava gamla prógvið við.
Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.
Átekning
STCW 78 A-VI/4-1, íroknað broytingarnar í Manila 2010, og EU-samtykt 92/29/EØF.
Upptøkukrøv
Sí bilag 8 stk. 5 í útbúgvingarætlanini. Luttakarar mugu skilja føroyskt.
Prógv
Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at fáa sítt prógv sum sjúkraviðgerði umborð á skipum við medisinkistu C dagført.
Luttakaratal
Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 8.
Sjálvlestur
Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.
Innlæring
Fult teknað endurnýggjanarskeið er ásett til 8 tímar og varir 1 dag, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði umborð á skipum.
Sjónám hevur dugnaligan undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.
Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum, góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allan dagin, skeiðið varir.
Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.
Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka sum sjúkraviðgerði umborð á skipi.
Kostnaður
kr. 4.000,00