Sjúkraviðgerði (kista A) - Endurnýggjan

Upplýsingar

Hava gamla prógvið við.

Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.

Átekning

STCW 78 A-VI/4-1 og 4-2, íroknað broytingarnar í Manila 2010, og EU-samtykt 92/29/EØF.

Upptøkukrøv

Sí bilag 6 stk. 5 í útbúgvingarætlanini. Luttakarar mugu skilja føroyskt.

Prógv

Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at fáa sítt prógv sum sjúkraviðgerði umborð á skipum við medisinkistu A dagført.

Luttakaratal

Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 8.

Sjálvlestur

Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring

Fult teknað endurnýggjanarskeið er ásett til 32 tímar yvir 4 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði umborð á skipum.

Sjónám hevur dugnaligan undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum, góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allar 4 dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka sum sjúkraviðgerði umborð á skipi.

Kostnaður

kr. 8.000,00