Sjúkraviðgerði (kista A) - Grundskeið

Tilmelding

Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf. 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Átekning

STCW 78 A-VI/4-1 og 4-2, íroknað broytingarnar í Manila 2010, og EU-samtykt 92/29/EØF.

Upptøkukrøv

Sí bilag 1 stk. 5 í útbúgvingarætlanini. Luttakarar mugu skilja føroyskt.

Prógv

Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at fáa prógv sum sjúkraviðgerði umborð á skipum við medisinkistu A.

Luttakaratal

Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 8.

Sjálvlestur

Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring

Fult teknað grundskeið er ásett til 80 tímar yvir 10 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði umborð á skipum.

Sjónám hevur dugnaligan undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum, góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allar 10 dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka sum sjúkraviðgerði umborð á skipi.

Kostnaður

13.000,00