Sjúkraviðgerði (kista B til A) - Uppstigan

Tilmelding

Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf. 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Átekning

STCW 78 A-VI/4, íroknað broytingarnar í Manila 2010, og EU-samtykt 92/29/EØF.

Upptøkukrøv

Sí bilag 4 stk. 5 í útbúgvingarætlanini. Luttakarar mugu skilja føroyskt.

Prógv

Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at blíva uppstigaður frá B-prógvi til A-prógv sum sjúkraviðgerði umborð á skipum við medisinkistu A.

Luttakaratal

Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 8.

Sjálvlestur

Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring

Fult teknað skeið er ásett til 40 tímar yvir 5 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði umborð á skipum.

Sjónám hevur dugnaligan undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum, góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allar 5 dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka sum sjúkraviðgerði umborð á skipi.

Kostnaður

kr. 8.000,00