Radioskeið í GMDSS - GOC - Endurnýggjan

Tilmelding

Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf. 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Átekning

STCW 78 A-IV/2, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

Málbólkur

Øll sjófólk.

Upptøkukrøv

Luttakarin skal skilja føroyskt.

Málsetningur

Lesandi skulu læra tann ástøðiliga og verkliga kunnleikan sambært STCW 78 A-IV/2 íroknað broytingarnar í Manila frá 2010. Hesin kunnleikin er neyðugur innan radiosamskifti, so viðkomandi kann standa fyri radiosamskiftinum umborð á fiskiskipum og handilsskipum í altjóða sigling.

Sambært reglugerð nr. 2 frá 16. mai 2004 um treytir at nýta radioútbúnað í radiotænastu á sjónum, sum seinast broytt við reglugerð nr. 1 frá 26. august 2009, er ein skrivlig roynd og ein munnlig roynd við einum verkligum parti.

Tá royndin er staðin, skrivar Fjarskiftiseftirlitið út eitt General Operator Certificate (GOC), ið er eitt Algilt GMDSS radiopróvbræv til nýtslu av allari GMDSS radioútgerð. GOC radiopróvbrøv verða útskrivað fólki, ið eru fylt 18 ár.

Innihald

Samsvarandi próvtøkuyvirlitinum, sum Fjarskiftieftirlitið hevur gjørt, verða settir spurningar í hesum:

1) Grundleggjandi meginreglur fyri maritimar radiotænastur, íroknað fylgisveinasamskifti, herundir
a) Sløg av samskifti
b) Sløg av støðum
c) Frekvensir og frekvensbond
d) Útbreiðslan hjá radiobylgjum
e) Samskiftishættir
f) Sendi og bylgjuskiftishættir
g) Antennur
h) Streymveitingar, íroknað battaríir

2) Nýtsla av
a) Vaktmóttakarum 
b) VHF radioútbúnaði
c) MF/HF radioútbúnaði
d) Radiobjargingarmiðlum, so sum radiopeilisendarum (EPIRB) radartranspondarum (SART) og flytiligum VHF handtólaradioútbúnaði
e) DSC, talgilt úrveljandi kall (Digital Selective Calling)
f) NAVTEX móttakarum
g) Fylgisveinasamskifti (útbúnaði ella simulatorum)
h) Radiotelexútbúnaði

3) Grundleggjandi feilfinning við hjálp av innbygdum mátitólum, umframt grundleggjandi feilrætting, so sum skifting av sikringum, vísilampum o.l.

4) Framferðarhættir og handfaring av
a) GMDSS
b) Virkiháttinum hjá Inmarsat í GMDSS, herundir

   1) Inmarsat A/B
   2) Inmarsat C
   3) Inmarsat EGC

c) Neyðradiopeilisendarum (EPIRB)
d) Radartranspondarum (SART)
e) Neyð-, snar- og trygdarsamskifti í GMDSS
f) Neyð-, snar- og trygdarsamskifti við skip, ið ikki hava GMDSS útbúnað
g) Móttøku av maritimum trygdarboðum(MSI)
h) Leitingar- og bjargingartænastum (SAR)

5) Enska málið, bæði skrivligt og munnligt, skal vera nøktandi fyri gott samskifti viðvíkjandi trygdini hjá sjófólki.

6) Tær reglugerðir og fyriskipanir, sum kravdar verða á skipum, herundir at skriva radiodagbók.

7) Mannagongdir fyri vanligum samskifti, herundir
a) Val av hóskandi samskiftishátti í ymiskum umstøðum
b) Trafikklistar
c) Radiotelefonsamrøður
d) Radiotelexskrivingar
e) Prísir
f) Verkligar trafikkmannagongdir
g) Tær týdningamestu sjóferðsluleiðirnar
h) Eyðmerkja Inmarsat strandarjørðstøðirnar og
i) Eyðmerkja týdningamestu strandarradiostøðirnar

Skeiðslongd

8 dagar.

Gildistíð

5 ár.

Luttakaratal

Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 12.

Kostnaður

kr. 9.900,00