Verndaransni

Tilmelding

Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf: 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Átekning

STCW 78 A-VI/6, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

Málbólkur

Øll sjófólk.

Upptøkukrøv

Luttakarin skal skilja føroyskt. Skeiðið kann tó eisini haldast á enskum ella donskum – setið tykkum í samband við okkum á Sjónámi fyri at hoyra meira. Vit finna eina loysn.

Málsetningur

At kunna sjófólk í altjóða sigling um ISPS.

Innihald

Fylgjandi listi lýsir innihaldið:

  • Gjøgnumgongd av hugtakinum verndaransni umborð á skipi
  • Inngangur til hugtakið ISPS
  • Yvirgangur í havn og úti á havinum
  • Skipsverndarumboð (SSO)
  • Gjøgnumgongd av ISPS-koduni, parti A og B, havnir og vernd
  • Gjøgnumgongd av spurningum í ISPS-koduni, parti A og B
  • Vápn og ólóglig evnir

Prógv

Eftir lokið skeið verður prógv útskrivað.

Skeiðslongd

1 dagur.

Gildistíð

Einki ásett.

Luttakaratal

Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 16.

Kostnaður

2.000,00