SSO skeið

Tilmelding

Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf: 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Átekning

STCW A-V/5.

Málbólkur

Sjófólk í altjóða sigling, sum skal starvast sum verndaryvirmaður skipsins.

Upptøkukrøv

Luttakarin skal skilja føroyskt. Til ber at halda skeiðið á enskum ella donskum. Setið tykkum í samband við okkum á Sjónámi. Vit finna eina loysn.

Málsetningur

At geva frálæru til tey sjófólk í altjóða sigling, soleiðis at tey lúka krøvini til at starvast sum verndaryvirmaður skipsins.

Innihald

  • Hóttanir í siglignarumhvørvinum
  • Lógir – altjóða og nationalar
  • Hugtøk og definitiónir
  • Handfaring av vitan
  • Ábyrgdarbýti ímillum partar í altjóða sigling
  • Eyðmerking av hóttanum
  • Mannagongdir at kanna skip, fólk og viðføri
  • At eyðmerkja persónar, ið kunnu vera ein hóttan
  • Stýra eini fólkamongd
  • Øll trý verndarstigini og hvørji tiltøk tey krevja
  • Fráboðan av verndahendingum
  • Gerð av verndarmannagongdum
  • Kunnleiki til tilbúgving
  • Verndarútbúgving og -venjing

Prógv

Luttakarin fær prógv eftir lokið skeið.

Skeiðslongd

3 dagar.

Gildistíð

Skeiðið gongur ikki út.

Luttakaratal

Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 16.

Kostnaður

kr. 5.000,00