Grundleggjandi eldsløkking
Tilmelding
Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf: 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.
Átekning
Sjónám.
Málbólkur
Øll.
Upptøkukrøv
Luttakarin skal skilja føroyskt.
Málsetningur
Eftir lokið skeið skal luttakarin hava fingið grundleggjandi vitan og praktiskar royndir í eldsløkking.
Innihald
Ástøðilig og praktisk frálæra um grundleggjandi eldsløkking.
- Brandtrýkanturin
- Sløkkiútgerð
- Fyribyrging
- Bjarging
- Evakuering
- Eldsløkking
- Høvuðsdenturin á skeiðinum verður lagdur á at gera praktiskar venjingar.
Prógv
Luttakarin fær prógv eftir lokið skeið.
Skeiðslongd
4 tímar.
Gildistíð
Eingin áseting.
Luttakaratal
Í minsta lagi 6. Í mesta lagi 16.
Kostnaður
kr. 1.000,00