Seinastu tíðindi

Trygdarskeið fullteknað

Øll trygdarskeiðini í viku 34 tvs frá 17.aug eru fullteknað, men enn er pláss í viku 35 tvs 24.aug

Les meira

Prógvhandan

Føroya fyrstu skipsatstøðarir umframt skiparar fingu prógv á Sjónámi hósdagin.

Les meira

Summarfríð á Sjónám

Vit halda summarfríð á Sjónámi til 17.aug.

Les meira

Skip­satsøðara­útbúgvingin broytt

Eftir summarfrítíðina verður útbúgvingin til skipsatstøðara I og II løgd saman

Les meira
VIÐMÆLIR
Á trygdarskeiðnum fekk eg grundleggjandi undirvísing um, hvussu eg kann hjálpa øðrum í neyð og hvussu eg sjálvur skal gera í neyðstøðu. Undirvísararnir hava sera nógva vitan um trygd, lívbjargandi fyrstuhjálp og alla bjargingarútgerð. Og teir duga einastandandi væl bæði í orðum og í verki at geva sína vitan víðari. Eg eri vísur í, at mong mannalív eru spard orsakað av trygdarskeiðnum. Í grundini áttu øll á sjógvi og á landi at tikið hesi skeiðini. Tí øll kunnu onkuntíð koma í eina støðu, har tey kunnu gera lívbjargandi mun við einføldu og lættatkomiligu vitanini, sum er at heinta á trygdarskeiðnum.
Bill Justinussen
Skeiðsluttakari
Sjónám hevur dugnaligar lærarar og fyrikomandi starvsfólk. Eisini hevur skúlin framúr karmar til sítt virksemi og eg vil viðmæla øllum áhugaðum at taka skipsatstøðara útbúgving her.
Kjartan í Homrum
skipsatstøðari
Umhugsar tú at fara undir skipara útbúgving, vil eg stórliga viđmæla at taka útbúgvingina á Sjónám í Klaksvík. Viđ sera dugnaligum lærarum, skeiđsundirvísarum og starvsfólki, ið vísa tí einstaka næminginum ans, er tađ ein sonn fragd at vera partur av felagskapinum á Sjónámi.
Umstøđurnar til undirvísing og skeiđir eru framúr góđar, og gevur tað eitt serligt maritimt dám at vera staddur niđri viđ sjóđarmálan.
Jóannes Egholm
skiparanæmingur
Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend